Stuðul av festikontu

Ert tú festari, kunnu vit játta tær upp til 50% í stuðli av festikontu ella felags festipulju, um tú hevur ætlanir um at skapa varandi virðisøking av festinum.

Hesin stuðul kann veitast til:

  • ábøtur, velting og nýdyrking av búnaðarjørð
  • brunnar og køstar
  • nýmótans fjós, seyðahús og rættir
  • vegagerð til tær í nr. 1-3 nevndu íløgur

Umsókn um stuðul av festikontu og felags festipulju kann útfyllast og sendast niðanfyri.

Vit kunnu eisini veita festarum og øðrum lán ella stuðul til nýskapandi tiltøk og verkætlanir, sum kunnu vera við til at menna vinnumøguleikarnar innan landbúnaðin. Arbeiðir tú við onkrari tílíkari ætlan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum um hetta.

 

Upplýsingar um festaran
Upplýsingar um festi
Nærri frágreiðing um, hvat fíggingin skal brúkast til
Søkt verður um
Herumframt verður søkt um
Tíðarætlan, greinað eitt sindur, dagfesting, skriva dagfestingar
Viðkomandi skjølVerður bert søkt um stuðul kunnu viðkomandi skjøl m.a. vera veltiætlan, greina íløguætlan, kort og tekningar og avrit av neyðugum myndugleikaloyvum. Verður søkt um lán er eisini viðkomandi at viðhefta sundurgreinaðar roknskapir og rakstrarætlan, ið vísir, hvussu virksemið kann bera fíggingina.
Vit brúka cookies fyri at forbetra tína uppliving av okkara heimasíðu og fyri at vísa tær meira relevantar lýsingar.

Les meira informatión um okkara privacy policy og cookie policy.