Dátuverndarkunning

Frágreiðingin niðanfyri lýsir, hvussu Búnaðargrunnurin savnar og viðgerð persónsupplýsingar, og hon vísir á tíni rættindi í hesum høpi.

Ein persónsupplýsing er ein og hvør upplýsing og meting, ið er knýtt at ella sum kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni.

At viðgera persónsupplýsingar er at nýta persónsupplýsingar í einhvørjum høpi.

 

Dátuábyrgdari

Tá Búnaðargrunnurin savnar og viðgerð persónsupplýsingar, er Búnaðargrunnurin dátuábyrgdari sbrt. ásetingunum í dátuverndarlógini (Løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum), og tað áliggur tí grunninum at tryggja, at viðgerðin av persónsupplýsingum er í samsvari við lóggávuna.

Í hvørjum førum savnar og viðgerð Búnaðargrunnurin persónsupplýsingar?

Búnaðargrunnurin savnar og viðgerð persónsupplýsingar, sum tørvur er á í sambandi við virksemi grunnsins; t.v.s. í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð av t.d. umsóknum um lán og stuðul, fyrispurningum, tinglýsing, veitingum o.tíl.

Í flestu førum savnar og viðgerð Búnaðargrunnurin vanligar samskiftisupplýsingar so sum navn, bústað, telefonnr., teldupostadressu, peningastovnskontu o.tíl.

Búnaðargrunnurin savnar upplýsingar um teg og tíni viðurskifti, tá ið t.d. tú hevur vent tær til Búnaðargrunnin við eitt nú eini umsókn, fyrispurningi ella fráboðan, ella viðvíkjandi eini veiting ella tænastu; antin persónliga, umvegis telefon, post, teldupost ella heimasíðuna v.m.

Endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingum

Búnaðargrunnurin skal ansa eftir, at viðgerð av persónsupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina og við ta lóggávu, ið grunnurin fyrisitur, eins og sbrt. ásetingunum í ávikavist m.a. fyrisitingar- og innlitslóggávuni.

Endamálið við viðgerðini er at tryggja eina so haldgóða, rætta og neyva fyrisiting og umsiting av arbeiðsuppgávum Búnaðargrunsins, sum gjørligt.

Heimild fyri viðgerðini

Búnaðargrunnurin viðgerð persónsupplýsingar í sambandi við tær uppgávur, sum grunnurin umsitur. Í høvuðsheitinum er talan um løgtingslóg nr. 34 frá 7. mai 2013 um Búnaðargrunn, við seinni broytingum.

Víðarigeving

Meginreglan er, at Búnaðargrunnurin ikki gevur teir persónsupplýsingar víðari, ið grunnurin hevur savnað í sambandi við eina ítøkiliga málsviðgerð.

Í ávísum førum er tó neyðugt at víkja frá hesi meginreglu til tess at halda skyldurnar í aðrari lóggávu, t.d. fyrisitingarlógini, og tí skula veita persónsupplýsingar víðari til t.d. annan myndugleika ella triðjapersón. Tá verða bert tær upplýsingar, ið mettar eru at vera neyðugar í tí ítøkiliga førinum, givnar víðari.

Viðurskifti mótvegis dátuviðgerum hjá Búnaðargrunninum verða í hvørjum einstøkum føri skipað sbrt. serstakari dátuviðgerðaravtalu millum partarnar. 

Goymsla av persónsupplýsingum og striking av slíkum

Búnaðargrunnurin hevur skyldu at tryggja sær, at persónsupplýsingar verða goymdar trygt og soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja tann skrásetta longur, enn neyðugt er við atliti at endamálinum við viðgerðini.

Rættindi hjá skrásetta

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapitli 4 í dátuverndarlógini.

Rættindini í dátuverndarlógini eru hesi:

  1. Rætturin til kunning í §§ 23-25
  2. Rætturin til innlit í § 26
  3. Rætturin til rætting í § 27
  4. Rætturin til striking í § 28
  5. Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29
  6. Rætturin til dátuflutning í § 31
  7. Rætturin til mótmæli í § 32-34
  8. Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð

Rættindini eru ikki treytaleys, og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, hvørt hon kann gangast á møti ella ei.

Um tú vilt gera ein ella fleiri av hesum rættum galdandi, skalt tú venda tær til Búnaðargrunnin á antin bg@bg.fo ella við brævi til Búnaðargrunnin, Postboks 50, 110 Tórshavn, ella á telefon 353580.

Klaga til Dátueftirlitið

Skrásettið kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónsupplýsingum, sum viðvíkja honum.

Metir tú, at Búnaðargrunnurin ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00.

Samskiftisupplýsingar

Búnaðargrunnurin er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av persónsupplýsingum v.m., sum fer fram á stovninum.

Vit eru at hitta soleiðis:

  • Búnaðargrunnurin, R. C. Effersøesgøta 4, 110 Tórshavn
  • Teldupostur: bg@bg.fo
  • Telefon 353580.

Dátuverndarfólk

Jógvan Poulsen, cand.merc.aud., er dátuverndarfólk fyri Búnaðargrunnin.

Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónsupplýsingum í grunninum, kanst tú venda tær til okkara dátuverndarfólk.

Jógvan Poulsen kann hittast á tlf. 353580 og á teldupostadressuni: jp@bg.fo ella við at skriva bræv til adressuna, ið er víst á omanfyri. Teldupostur ella bræv skulu vera stílað til: Dátuverndarfólk.

Viðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við vitjan á heimasíðu okkara

Heimasíðan hjá Búnaðargrunninum verður veitt av fyritøkuni Sendistovan, og Búnaðargrunnurin hevur trygdarváttan frá Sendistovuni fyri raksturin av heimasíðuni. Vitjanir á heimasíðuni verða skrásettar hjá heimasíðuveitaranum (m.a. IP-adressan á tíni eind, umframt aðrar dátur).

Útgáva: februar 2023