Fígging

Fígging er snúningsdepilin hjá Búnaðargrunninum. Lógargrundarlagið fyri Búnaðargrunnin stuðlar undir menning av føroyskum landbúnað – og haðanífrá eru fleiri fíggingarmøguleikar.

Lán

Skalt tú gera eina íløgu í títt virksemi har tað krevur eitt lán fyri at fara í gongd?

Les meira

Stuðul

Hevur tú eina ætlan sum hevur til endamáls at skapa varandi virðisøking av festinum?

Les meira

Endurgjald

Skalt tú hava endurgjald av vetrarbitskontu í sambandi við ábøtur á festinum?

Les meira

Vit fíggja framtíðina

Eisini umsita vit festikontur, felags festipulju, kontur fyri mist vetrarbit og standa fyri allari innkrevjing av festileigum, traðarleigum og øðrum leigum. 

Eigur tú jørð, vilja vit tryggja okkum, at tú kennir tínar fíggjarligu møguleikar. Hevur tú spurningar ella ivamál um ávíst, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Visti tú?

Fígging er føroyskt orð, ið er beinleiðis avleitt frá fornføroyska orðinum fæ, ið merkir húsdjór – so sum seyður og neyt.

Vit brúka cookies fyri at forbetra tína uppliving av okkara heimasíðu og fyri at vísa tær meira relevantar lýsingar.

Les meira informatión um okkara privacy policy og cookie policy.